- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja partamannin í landsstýrinum um at taka uppskotið aftur

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð heitir staðiliga á Jacob Vesturgaard, landsstýrismann, um at taka uppskotið aftur, um at sleppa undan at Strandferðsluni at rinda havnargjald.
Hetta fer at kosta Tórshavnar Havn umleið sjey milliónir krónur.
Teir báðir býráðslimirnir í Fólkaflokkinum í Tórshavnar kommunu eru Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen. Teir halda tað vera ov lætt hjá landsstýrismanninum at fara niður í lumman hjá Tórshavnar havn eftir pengum, sum hann ikki megnar á síni egnu fíggjarlóg, sum teir málbera seg.
Teir siga, at uppskotið stríðir móti stýrisskipanarlógini og grundlógini, at tað ger seg grunnleggjandi inn á kommunala sjálvræðið, og at tað hóttir tilverugrundarlagið hjá Tórshavnar havn.


























