Kalsoyarferjan løgd til viks - raðfesta nýggja Ritu í staðin

Kalsoyarferjan løgd til viks - raðfesta nýggja Ritu í staðin
Væntandi verður skipið til Fugloyar og Svínoyar boðið út um ársskiftið, og mett verður, at tað tekur umleið tvey ár at smíða
Ritan er álitið á farleiðini til Fugloyar og Svínoyar. Nú er ætlanin at byggja nýtt skip til farleiðina.
 
08.10.2026 - 18:00

Ætlanin um nýggja kalsoyarferju verður fyribils løgd til viks.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ætlanin er at byrja fyrireikingar og projektering til Kalsoyartunnilin í heyst.

Partafelagið Norðoyartunnilin skal standa fyri projekteringini. 

Í staðin verður ætlanin um eina nýggja ferju til Fugloyar og Svínoyar raðfest.

 


SAM er álitið á kalsoyarleiðini. Ætlanin at byggja nýggja ferju til farleiðina er løgd til viks, tí nú arbeitt verður við møguleikanum at gera tunnil í Kalsoynna. 

 

Nýggja ferjan skal avloysa Rituna, sum í dag røkir farleiðina. Ferjan skal kunna taka tveir bilar og 75 ferðafólk.

Á fíggjarlógini fyri 2027 verða góðar 48 milliónir krónur í óbrúktari játtan fluttar fram, og tí verða tilsamans 68 milliónir krónur tøkar til endamálið í 2027. 

Væntandi verður skipið boðið út um ársskiftið, og mett verður, at tað tekur umleið tvey ár at smíða.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08102026_Kalsoyarferjan

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040