- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lættari at fáa ískoyti
Lættari at fáa ískoyti
Inntøkumarkið fyri at fáa familjuískoyti skal hækka, sigur landsstýrið

Inntøkumarkið hækkar.
09.10.2026 - 07:03
Inntøkumarkið fyri at fáa familjuískoyti skal hækka, sigur landsstýrið.
Uppskotið er, at markið hjá støkum fer úr 290.000 kr. upp í 310.000 kr.
Hjá pørum hækkar markið úr ávikavist 390.000 kr. og 410.000 kr. upp í eitt felags mark, sum er 450.000 kr., sama, hvussu nógv børnini eru.
Og ognarmarkið fer úr 30.000 krónum upp í 40.000 krónur.
Landsstýrið sigur, at markið hevur verið nærum óbroytt, síðan skipanin kom.
Lønir og veitingar eru hækkaðar nógv seinastu 10 árini.
So færri lúka nú treytirnar fyri at fáa familjuískoyti, hóast tað eisini er vorðið dýrari at liva.
Løgtingið skal viðgera uppskotið í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























