- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir pengar í tinginum í dag

Tingið fer at viðgera uppskotið um eykajáttanir í dag.
Uppskotið um eykajáttanir, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kom við, hevur 25,3 mió. kr. í halli.
Tað mesta, 24,3 milliónir netto, fer til rakstur.
Løgtingið er biðið um at hækka játtanina til 27 kontur í fíggjarlógini.
Tað er eisini biðið um at lækka hana til nakrar fáar kontur.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um í mesta lagi 74,4 mió. kr. til fýra høvuðsmotorar hjá Smyrli.
Motorarnir skulu setast í í 2028, men teir mugu bíleggjast nú, sigur Vinnumálaráðið.
Skattabroytingar
Og tingið skal eisini viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um broytingarnar í skattalógini.
Tær eru um samdøgursfrádrátt, uttanlandsfrádrátt, lønarflytingar og frádrátt fyri limagjald til fakfelag og fyri sosial gjøld í Norðurlondum.
Broytingarnar kosta slakar 70 mió. kr.
Seks fyrstu viðgerðir og tvær aðru viðgerðir eru á tingfundinum í dag.
Hann byrjar klokkan tíggju.


























