- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Eg royndi at lata vera við at halda við Manchester City

Tað er ein løta, sum Ólavur Gunnarsson ongantíð fer at gloyma.
Vit skulu aftur til 13. mai í 2012, og nøkur fá sekund er eftir av tíðini, sum dómarin hevur lagt afturat á Etihad Stadium.
Men so fær Sergio Agüero bóltin og skorar sigursmálið fyri Manchester City móti Queens Park Rangers.
Við málinum tryggjar Manchester City sær sítt fyrsta enska meistaraheiti í 44 ár.
Heima í Føroyum situr glyvramaðurin Ólavur Gunnarsson saman við synunum í City-troyggju og fylgir við, men hugurin kundi verið betur. Hann hevur mist vónina um fyrsta meistaraheiti í 44 ár.
Men so skorar Agüero.
Og tað er ein løta, sum fær kenslurnar fram hjá einum manni, ið hevur bíðað eftir hesum í fleiri áratíggju.
Eitt saksaspark broytti alt
Men søgan hjá Ólavi Gunnarsson og Manchester City byrjaði nógv fyrr.
Í 1970-árunum hildu nærum øll rundan um hann á Glyvrum við Liverpool, men Ólavur vildi heldur finna sær eitt annað felag.
Og valið fall á Manchester City.
Ein av orsøkunum var eitt mál, sum Dennis Tueart skoraði í League Cup-finaluni móti Newcastle í 1976, sum City vann 2-1.
Við einum stórslignum saksasparki tryggjaði Tueart Manchester City sigurin. Ólavur hevði sæð myndir av málinum í enska fótbóltsblaðnum Shoot, og tað gjørdi stórt inntrykk á hann.
Árið eftir fór hann av álvara at halda við Manchester City.
Frá stórfelagi til triðbestu deildina
Tað var tó langt frá bara viðgongd, sigrar og meistaraheiti hjá Manchester City.
Eftir nøkur góð ár í 1960- og 1970-árunum gekk tað støðugt verri hjá felagnum.
Í 1998 rakti Manchester City botnin, tá felagið flutti niður í triðbestu deildina í Onglandi.
Fyri Ólav Gunnarsson merkti tað, at hann fylgdi einum felagi, sum var langt frá teimum stóru evropeisku fótbóltspallunum.
Og tað var ikki bara støðan hjá felagnum, sum var øðrvísi.
Tá Ólavur byrjaði at halda við City, bar ikki til at síggja allar dystirnar í sjónvarpi. Í staðin lurtaði hann saman við beiggja sínum eftir enskum fótbólti í útvarpinum, og teir skrivaði úrslit og málskjúttar niður í bøkur.
Royndi at sleppa av við Manchester City
Í 2008 broyttist søgan hjá Manchester City av álvara.
Sheikh Mansour úr Abu Dhabi keypti felagið, og við nýggju eigarunum komu stórar fíggjarligar íløgur.
Nýggir stjørnuspælarar komu til felagið, og Manchester City fór frá at vera eitt miðal lið í Premier League til at kappast um tey størstu steypini.
Síðani hava meistaraheitini verið mong, og í 2023 vann felagið eisini Champions League fyri fyrstu ferð.
Men hóast stóru sigrarnar, so hevur Ólavur Gunnarsson ikki altíð verið líka væl nøgdur við gongdina.
Hann heldur, at pengarnir hava broytt felagið og enskan fótbólt sum heild.
Manchester City fór eisini frá at vera eitt felag, sum fá høvdu nakað ímóti, til at vera eitt av teimum mest umstríddu feløgunum í enskum fótbólti.
Og tað hevur fingið Ólav at umhugsa sítt trúfesti.
Hann hevur enntá roynt at sleppa sær undan at halda við Manchester City.
- Eg havi verið til avvenjingar nakrar ferðir, men eg eri dottin útí aftur hvørja ferð, tekur Ólavur skemtiliga til.
Myrk skýggj yvir City
Nú er Manchester City aftur í miðdeplinum.
Hesa ferð er tað tó ikki orsakað av tí, sum hendir á fótbóltsvøllinum, men fíggjarmálið, sum hevur hingið yvir felagnum í fleiri ár.
Málið snýr seg um ákærur um brot á fíggjarligu reglurnar í Premier League, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri felagið.
Ólavur Gunnarsson viðurkennir, at fíggjarlig brot ikki kunnu verjast.
Men hann heldur samstundis, at tað verður trupult at finna eina revsing, sum er rættvís.
Og sjálvt um Manchester City verður hart revsað, so broytir tað ikki hansara egnu upplivingar sum viðhaldsmaður.
Heldur við City líkamikið hvat
Enn er óvist, hvørjar avleiðingarnar vera av fíggjarmálinum móti Manchester City.
Millum møguligu revsingarnar, sum hava verið umrøddar, eru minusstig og tvingsilsniðurflyting.
Men Ólavur Gunnarsson er ikki í iva um, at Manchester City fer at koma aftur, um felagið verður flutt niður í eina lægri deild.
Hann vísir á, at felagið áður hevur verið heilt niðri í triðbestu deildini og kortini hevur reist seg aftur.
Og skuldi søgan endurtikið seg, so fer hann framvegis at fylgja Manchester City.
Tí hóast hann hevur roynt at sleppa av við felagið, so hevur hann ongantíð megnað tað.


























