- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærir Elsu Berg fyri at steðgja býráðssamtykt
Í Tórshavnar kommunu er stór ósemja, sum snýr seg um staðsetingina av einum ætlaðum eldradepli í Kollafirði. Málið var til viðgerðar í býráðnum 17. septembur.
Nú hevur málið fingið eina nýggja vend. Bergur Robert Dam Jensen greiðir frá, at hann nú kærir borgarstjóran.
- Eg havi verið hjá sakførara í morgun, seinri í dag fer kæran inn. Eg havi lagt málið fyri býráðið við tí orsøk, at einki hendur í hesum málinum. Tað havi eg fullan rætt til. Tað fer til atkvøðugreiðslu tvær ferðir. Fyrru ferð um at fáa málið til atkvøðugreiðslu, har níggju eru fyri og fýra ímóti. Og síðan, tá málið sjálvt fer til atkvøðugeiðslu, tá fái eg ein meiriluta við sjey fyri og seks ímóti.
Tá samtykti býráðið eftir uppskoti frá Bergi Robert Dam Jensen, at staðsetingin av eldradeplinum skuldi flytast frá Todnesi til Norðreki.
Eftir býráðsfundin kom so fram, at mamma hansara er festari á Norðreki, har sum staðsetingin varð flutt til. Síðan hevur Heidi Lava Elgeirsdóttir kært Berg Robert Dam Jensen til kommunueftirlitið fyri ógegni. Og borgarstjórin, Elsa Berg, hevur steðgað málinum. Spurningurin er bara, um borgarstjórin yvirhøvur kann steðga málinum.
- Tað, at mann steðgar einari býráðssamtykt, er rættiliga álvarsamt. Tað setur rættiliga nógvar spurningar við haldførið hjá okkum. Og so er tað eisini tað, at tá mann ger tað, hóast at mann nokk ikki hevur heimild til at gera tað, so má tað staðfestast onkustaðni, um tað er heilt rætt.
Sí innslag úr Degi og viku.



























