- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sungu seg til tríggjar virðislønir
Sungu seg til tríggjar virðislønir
Kórið Tarira vann tríggjar virðislønir í Grikkalandi

Tarira.
12.10.2026 - 05:46
Kórið Tarira vann tríggjar virðislønir á Kalamata International Choir Competition and Festival, sum var í Grikkalandi.
Tarira vann fyrsta pláss fyri blandað kór í bólkinum A1, ovasta torleikastig, og annað pláss í bólkinum sakralur tónleikur, eisini har á ovasta torleikastigi.
Harumframt fekk Tarira eina heilt serliga virðisløn fyri 'stylistically outstanding interpretation' fyri renessansuverkið Laudibus in sanctis eftir William Byrd.
Bernharður Wilkinson stjórnar kórinum.
38 kór úr 16 londum vóru við í kappingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























