Landsrætturin viðger aftur mál, sum kann geva linari revsing

Landsrætturin viðger aftur mál, sum kann geva linari revsing
Í dag og í morgin skal Landsrætturin viðgera málini hjá tveimum monnum, sum fingu 12 ára fongulsrevsing í Føroya rætti fyri 7,2 litrar av 5F-ADB
Landsrætturin er í Føroyum í hesum døgum.
 
12.10.2026 - 09:25

Seinni í vikuni fæst at vita, um Landsrætturin aftur hesa ferð gevur linari revsing enn Føroya rættur fyri 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni.

Í dag og í morgin skal Landsrætturin viðgera málini hjá tveimum monnum, sum fingu 12 ára fongulsrevsing í Føroya rætti fyri 7,2 litrar av 5F-ADB.

Tá eitt annað mál um 5F-ADB var í rættinum, dømdi Landsrætturin linari enn Føroya rættur.

Hetta var fyrsta málið um 5F-ADB í danska ríkinum.

Tá fekk ein maður eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri at hava smuglað 383 millilitrar av 5F-ADB og 50,8 gramm av kokaini. 

Landsrætturin skar fýra mánaðir av dóminum. 

 

Varðhaldsfongslaður fyri rúsevni

Leygardagin var ein maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Hann var tikin á flogvøllinum, tá hann kom úr Danmark.

Hann er skuldsettur fyri at hava 100 gramm av hassji, 25 gramm av MDMA og 5 til 6 gramm av ketamini.

Maðurin játtar seg partvíst sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011