- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyka býráðsfundur um havnargjøldini

Tórshavnar býráð fer í kvøld at hava eyka býráðsfund, har eittans mál er á skránni, nevniliga uppskotið um havnargjøld.
Í málslýsingini verður sagt, at havnarnevndin hjá býráðnum hevur havt fund í dag, har uppskot um tíðindaskriv varð framlagt og góðkent, og nevndin samtykti at beina málið í býráðið.
Stjórin í Tórshavnar havn hevur eisini mælt til at taka undir við uppskotinum.
Og málið kemur so fyri býráðið longu í dag, nú kallað er inn til eyka býráðsfund klokkan 16.30.
Mett verður, at um uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald verður samtykt, fer tað at kosta Tórshavnar havn sjey mió. krónur um árið í inntøkumissi.
Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, formann í havnarnevndini í Tórshavnar býráð:



























