- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pávin verður lagdur undir skurð
Pávin verður lagdur undir skurð
Læknar hava staðfest svull í lungunum

Leo pávi skal leggjast undir skurð.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
12.10.2026 - 14:46
Leo pávi skal leggjast undir skurð, tí ein svullur er funnin í lungunum, skrivar Vatikanið.
71 ára gamli pávin boðaði í gjár frá, at ein svullur er funnin í øðrum lunganum, og hann skal takast burtur fyrsta dagin.
Tíðindastovan í Vatikaninum hevur áður sagt, at pávin skal binda frið í eina viku eftir skurðviðgerðina.
Amerikanski pávin hevur havt góða heilsu og er kendur fyri at vera kropsliga virkin - eitt nú spælir hann tennis og svimur.
Pávin fer eftir ætlan til Suðuramerika 6. november, har hann vitjar Uruguay, Argentina og Peru.
Enn er ikki greitt, um ætlaða skurðviðgerðin fer at ávirka ferðaætlanina hjá pávanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























