- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparráðið: Fíggjarpolitiska regluverkið skal eisini umfata kommunur

Búskaparráðið heitir enn einaferð á politisku skipanina um at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk - sum munar.
Fíggjarpolitiska regluverkið skal fevna um bæði land og kommunur, sigur Búskaparráðið.
Tað skal seta eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa árliga, sama hvussu inntøkurnar vaksa.
Fíggjarlógaruppskotið eigur at áseta, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í einstaka árinum, men eftir fýra ella fimm árum skal fíggjarlógin javnviga.
Búskaparráðið sigur eisini, at:
Royndirnar í Føroyum vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki økja um nýtsluna í góðum tíðum, tí nógv verður brúkt, tá ið inntøkurnar eru stórar og øvut.
Og tað sæst millum annað við, at landskassin og kommunukassarnir hava stór hall í bestu tíðum, sigur Fíggjarmálaráðið.



























