Dýr olja: Eingin ætlan um hjálparpakka

Dýr olja: Eingin ætlan um hjálparpakka
Meirvirðisgjaldið var tikið av bensini og dieseli í summar, men hóast oljuprísirnir eru nógv hægri nú, hevur samgongan ikki ætlan um hjálpartiltøk
Helgi Abrahamsen er formaður í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.10.2026 - 13:13

Hóast fólk vilja hava bíligari olju, skulu vit ikki vænta nakran hjálparpakka í løtuni. 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini.

Prísurin á olju, bensini og dieseli er farin við rúkandi ferð uppeftir.

Í summar kom landssttýrið við einum hjálparpakka, har meirvirðisgjald varð strikað av bensini og dieseli. 

 


Eirikur í Jákupsstovu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í dag er prísurin á bensini 15,56 krónur og á dieseli 16,38 krónur, og tað er væl hægri enn tá ið hjálparpakkin kom í summar.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, finst at samgonguni fyri at lata standa til.

Helgi Abrahamsen og Eirikur í Jákupsstovu vóru í Breddanum fyrrapartin: 

 

13102026_Olja_og_hjalparpakki

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 

 

Bjartur Sigmundarson var úti við mikrofonini í morgun og spurdi fólk, hvussu tey merkja hækkaðu oljuprísirnar:

 

13102026_Voxpop_um_olju

 

Vit hoyrdu Terja Jakobsen, Onnu Askham, Vanju Árnadóttir Petersen, Símun Fríða Guldborg Nielsen, Súsonnu Martinsdóttir, Naomi Johansen og Sofie Mayer.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576