- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar kunnu vera í Føroyum til 2028
Ukrainar kunnu vera í Føroyum til 2028
Kunngerð er lýst um tað

Fyrsta kunngerðin um ukrainsk flóttafólk í Føroyum kom í 2022. (Savnsmynd)
14.10.2026 - 09:56
Flóttafólk úr Ukraina kunnu nú vera her til 17. mars 2028.
Ein kunngerð er lýst um tað.
Hon kemur í gildi 17. oktober. Gamla freistin var 17. mars næsta ár.
Fyrsta kunngerðin um ukrainsk flóttafólk í Føroyum kom í 2022.
Fyribils uppihaldsloyvi teirra er síðani longt so við og við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























