- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boðað er frá 51 skaðum í storminum
Boðað er frá 51 skaðum í storminum
Politiið fekk fyrstu fráboðanina klokkan tjúgu minuttir í eitt

Politiið fekk 51 fráboðanir um skaðar.
15.10.2026 - 08:30
Politiið fekk 51 fráboðanir um skaðar í storminum í gjár.
Tann fyrsta kom klokkan tjúgu minuttir í eitt.
Á Skála feyk eitt seyðahús á eini sethús.
Í Hvalvík fuku takplátur av bygningunum hjá HP Jarni.
Í Hvannasundi tók vindurin eitt neyst.
Og ein bygningur hjá Landsverki í Hundsarabotni misti takplátur.
Fráboðanir komu eisini um vatnskaðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























