Breddin: Fólkaskúlin og tøkni

Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum, spyrja vit í sendingini í dag
Børn spegla sær í teimum vaksnu - og hetta er eisini galdandi fyri lærarar í skúlatíðini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen
 
15.10.2026 - 09:14

Tøknin elvir til avbjóðingar, bæði her heima og úti í verð.

Altjóða tykist semja vera um, at børn skulu ikki reika runt á internetinum og sosialum miðlum óavmarkað, og ymiskar avmarkingar eru gjørdar, ella eru á veg. 

Børn spegla sær í teimum vaksnu - og hetta er eisini galdandi fyri lærarar í skúlatíðini. 

Her heima verða blýantar, pappír og krit ikki brúkt so nógv longur. Nú skal tað mesta ganga fyri seg á skíggjum. Og meðan snildfonin er tikin frá børnunum, vilja lærarar hava arbeiðstelefonir aftrat sínum egnu privattelefonum, at brúka í skúlatíð. 

Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum, spyrja vit í sendingini í dag.

Kjak verður í útvarpsstovuni millum Jacob Eli S. Olsen, formann í Lærarafelagnum, Eyðun Gaard, stjóra í Námi, og Steintór Rasmussen, lærari, sum hevur skrivað grein undir heitinum "Skúlin ger okkum øll til teldutrælir."

Breddin klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858