- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin skal taka støðu til, um mál móti Bakkafrosti eru ov gomul
Rætturin skal taka støðu til, um mál móti Bakkafrosti eru ov gomul
Ákæruvaldið hevur ákært Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina

Bakkafrost hevur flutt uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, sigur ákæruvaldið.
15.10.2026 - 10:05
Føroya rættur fer í næstu viku at viðgera spurningin, um málini, sum Bakkafrost er ákært fyri, eru fyrnd.
Tað heldur sakførarin hjá Bakkafrosti uppá.
Ákæruvaldið hevur ákært Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina.
Í ákæruritinum sæst, at Bakkafrost er ákært fyri at hava brotið kunngerðina seks ferðir, frá 18. mars í 2020 til 21. juli 2020.
Bakkafrost hevur flutt uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, sigur ákæruvaldið.
Allir flutningar vóru í Suðuroynni.
Haraftrat er flutningur úr Froðba til Porkeris, sum loyvi var givið til, ikki skrásettur í flutningsbókini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























