Eiga at seta mark fyri, hvør kann fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini

Eiga at seta mark fyri, hvør kann fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini
Margit Stórá, landsstýriskvinna, var í Breddanum fyrrapartin
Margit Stórá umsitur arbeiðsmarknaðarmál í landsstýrinum. Hon heldur, at broytingar eiga at vera gjørdar í fiskavirkisskipanini hjá ALS.
 
16.10.2026 - 14:50

- Tey, sum forvinna nógv á uppsjóvarvirkjum ávís tíðarskeið á árinum, eiga ikki at fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, tá ið lítið arbeiði er.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, sum fer at heita á ALS-stýrið um at gera broytingar í skipanini.

Tað eru tríggir bólkar, sum eru partar av fiskavirkisskipanini: alivinnan, uppsjóvarvirkini og fiskavirkini.

Margit Stórá sigur, at helst eigur onkur broyting at vera gjørd millum hesar bólkar, hvør skal fáa útgjald. Hon sigur, at munur eigur at vera gjørdur á vinnum, sum kunnu leggja arbeiðið betri til rættis, so at arbeiði er meira javnt alt árið, og á teimum, sum ikki hava møguleika at gera tað. 

Margit Stórá var í Breddanum fyrrapartin:

 

16102026_Margit_og_fiskavirkisskipanin

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938