- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krabbameinsfelagið hevur keypt hús á Argjum

Vaksandi virksemi hevur gjørt, at Krabbameinsfelagið hevur keypt nýggj hús, sum skulu skapa betri umstøður fyri krabbameinssjúk, avvarðandi og sjálvboðin.
Nýggju húsini eru á Argjum, meðan felagið í dag heldur til í leigaðum hølum í Havn.
Fíggingin til alla verkætlanina er tó ikki komin upp á pláss enn.
Verkætlanin við húsunum, er mett at kosta 13,5 milliónir krónur tilsamans.
Av hesum fara 8,8 milliónir krónur til umbygging, meðan sjálvt húsakeypið kostaði 4,7 milliónir krónur.
Umbyggingin fevnir millum annað um at seta lyft í húsið og laga tað til tørvin hjá felagnum og teimum, sum skulu brúka húsið.
Betri hevur latið 2,5 milliónir krónur í stuðli, og Krabbameinsfelagið ætlar at brúka pengar frá næstu landsinnsavning til endamálið.
Harumframt hevur Krabbameinsfelagið søkt landsmyndugleikarnar um stuðul og ætlar eisini at søkja privatar grunnar.
Ógreitt er enn, nær húsini kunnu takast í brúk.
Hoyr samrøðuna við Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum:


























