- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóskvøldsdokumentarur: Virðislønartilnevndi filmurin Birita í sjónvarpinum

Seks norðurlendskir filmar eru í uppskoti til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, og ein teirra er føroyski heimildarfilmurin Birita.
Í filminum fylgja vit Biritu Mohr, sum stríðist við alzheimerssjúkuna, manninum Ega Dam og soninum Búa Dam í arbeiðinum at seta leikin King Lear eftir William Shakespeare upp í Sjónleikarhúsinum, har Birita hevur høvuðsleiklutin.
Búi Dam leikstjórnaði bæði leikin og filmin, og endamálið var ikki bert at vísa truplu støðurnar, tá ið alzheimersjúkan rakar, men at varpa ljós á tað vakra, sum finst í menniskjaligum sambondum, kærleika og vinalagi, eisini tá lívið broytist av sjúku.
– Mamma hevur altíð verið eitt glatt menniskja og gav okkum nógv í tilgongdini. Tað var eisini tað, vit gjarna vildu vísa. Filmurin er ikki ein sorgarleikur, men hann snýr seg um tað vakra lívið, treytaleysa kærleikan og tað, sum veruliga hevur týdning, sigur Búi Dam.
Búi Dam, leikstjóri saman við mammu síni Biritu Mohr, leikari.
Týðandi viðurkenning
Í grundgevingunum at tilnevna filmin til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins skrivaði føroyska nevndin, at filmurin er ein rørandi og lýsandi frásøgn um lívið við alzheimerssjúku, bæði fyri tann sjúka og tey avvarðandi. Og fyri Búa Dam hevur tilnevningin stóran persónligan týdning:
– Hetta merkir sjálvandi nógv fyri meg persónliga, at ein filmur, sum eg havi gjørt saman við mammu míni, fær hendan heiðurin.
Men samstundir heldur hann, at tilnevningin hevur stóran týdning fyri føroyskan film sum heild:
– Tað er øgiliga týdningarmikið fyri føroyskan film, at vit verða sædd og hoyrd í slíkum samanhangum. Vit eru í eini tilgongd at gerast ein filmstjóð, samstundis sum at vit arbeiða við at gerast sjálvstøðug tjóð. At vit byrja at markera okkum sum filmsland, er eitt bein, sum vit hava brúk fyri at standa á, sigur hann.
Eisini ein av framleiðarunum, Durita Sumberg, fegnast um tilnevningina:
– Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska filmsgerð, at føroyskir filmar tvey ár á rað eru tilnevndir. Tilnevningin vísir, at vit kunnu kappast á hægsta stigi og standa lið um lið við altjóða filmsframleiðslur. Tað er ein stór viðurkenning fyri føroysku filmsvinnuna og vísir, at føroyskar søgur kunnu røkka nógv longur út í heim, sigur hon.
Birita Mohr fekk serstøku virðisløn landsins, tá mentanarvirðislønir landsins vóru latnar í 2023. Her er hon saman við manninum Ega Dam.
Sýndur í fleiri londum
Av tí at filmurin er tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, verður hann sýndur í øllum Norðurlondum. Hann er longu vístur í Føroyum, Grønlandi, Noregi, Danmark og Svøríki, og í næstum verður hann eisini sýndur í Finnlandi og Íslandi.
Men áhugin fyri filminum røkkur longur enn Norðurlond. Hann hevur eisini vakt ans í Portugal, Italia og fleiri øðrum evropeiskum londum, vísir Durita Sumberg á.
Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at fáa filmin á altjóða festivalar í USA. Mark Steele, sum er ein av framleiðarunum, arbeiðir við hesum í løtuni, sigur Durita.
At síggja tað góða, tá ið lívið rakar
Ein boðskapur, sum hevur verið grundleggjandi fyri bæði filmin og leikstjóran, er at royna at síggja tað góða og vakra, eisini tá sjúka og mótgangur raka.
Tá Birita Mohr fekk staðfest demenssjúku í 2012, keypti hon eitt skelti við orðunum: "Don't take life too seriously, nobody gets out alive anyway." Hesin hugburður hevur verið ein serligur íblástur í arbeiðinum við filminum.
– Eg havi lært eina rúgvu í tilgongdini, bæði um film og sjónleik. Men tá ið hasi orðini komu frá mammu míni, sum er um at missa alt, gjørdi tað eitt sera stórt inntrykk, sigur Búi.
Birita Mohr, eina av okkara fremstu sjónleikarum, á palli
Ein etisk tvístøða
Birita Mohr var sjónleikari alt sítt lív, og tá ið hon gjørdist sjúk, valdi hon sjálv at leggja leiklistina frá sær. Tí fylgdi ein etiskur spurningur við allari verkætlanini: Var tað rætt at seta hana aftur á pall?
Búi Dam og Egi Dam løgdu tó til merkis, at Birita framvegis hevði stóran áhuga fyri arbeiðinum, tá ið tey vóru í Sjónleikarhúsinum.
– Eg ynskti at vera nærri mammu míni og uppliva hana í tí, sum hevði verið hennara stóri alskur gjøgnum lívið. Tað var sera ríkt at vera saman við henni í tí umhvørvinum og á tann hátt koma tættari at henni, sum hon er nú, sigur hann.
Í dag ivast hann ikki í, at tað var rætt at fremja verkætlanina.
– Tað var týðiligt, at henni dámdi tað. Hon bleiv stimulerað á ein annan hátt, enn um hon bara sat á einum røktarheimi. Harumframt hevur mamma altíð verið ein aktivistur, og við hesi verkætlanini fingu vit givið henni eina rødd eina ferð aftrat. Tað hevði eisini týdning, at hon fekk eitt eftirmæli og møguleikan at standa á pallinum eina síðstu ferð, sigur hann.
Menniskju hava virði, hóast førleikarnir vikna
Í arbeiðinum við leikinum gjørdist tað greitt, hvussu nógv Birita framvegis hevði at geva, hóast sjúkan hevði ávirkað hana nógv.
– Hon kom við góðum hýri og einari heilt serligari nærveru. Av tí at hon ikki minnist líka væl sum hini, so livdi hon sera nógv í løtuni. Tann nærveran var ómetaliga rík fyri leikin og hevði stóra ávirkan á hinar leikararnar, sigur Búi.
Hann heldur, at verkætlanin vísti, hvussu nógv menniskju framvegis kunnu geva, hóast tey verða rakt av sjúku.
– Fólk flest ogna sítt lív til eitthvørt. Okkurt sum ger, at tey eru í sínum elementi. Og tað hvørvur ikki bara, hóast sjúka rakar. Tí mugu vit geva pláss fyri sum samfelag og minnast til, eisini tá ið demenssjúka rakar.
Ein innara reinsan
Fyri Búa Dam gjørdist arbeiðið við filminum eisini ein sera persónlig ferð.
– Tað var ein katarsis, ein reinsan. Eg hevði altíð verið stoltur av mammu sum listakvinnu, aktivisti og einum sterkum menniskja. Men við tíðini gekk tað upp fyri mær, at eg mátti minnast hana, sum hon var, og síggja hana, sum hon er nú.




























