Yvirfriðingarnevndin fingið frágreiðing um Klivaløkshaga

Yvirfriðingarnevndin fingið frágreiðing um Klivaløkshaga
Landsstýriskvinnan og stjórin á Umhvørvisstovuni vóna, at Yvirfriðingarnevndin skjótt kemur við eini niðurstøðu
Ætlanin er at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga á Sandi
Mynd: Sp/f Vindorka  
 
23.10.2026 - 13:25

Í august mánaði í fjør samtykti Yvirfriðingarnevndin, at ferðingin hjá fugli millum búøki og støð, har hann leitar sær føði, eisini skuldi kannast í sambandi við ætlaðu byggingina av vindmyllulundini í Klivaløkshaga í Sandoynni.

Viðurskiftini skuldu kannast í eitt heilt ár.

Kanningin er nú liðug, og er latin Yvirfriðingarnevndini, upplýsti Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, í Breddanum fyrrapartin.

- Vit vóna, at Yvirfriðingarnevndin skjótt kemur við eini niðurstøðu, so avgerð kann takast, um vindmyllulundin skal byggjast í Klivaløkshags, siga bæði Sigurð í Jákupsstovu og Eyðdis Hartmann NIclasen, landsstýriskvinna í orkumálum. 

 


Sigurð í Jákupsstovu. 

 

Treytað loyvi

Í februar í fjør fekk eitt felag hjá Johan í Niðristovu, sum eisini hevur vindmyllur aðrastaðni, fekk treytað loyvi at seta sjey myllur upp.

Treytað loyvi  merkir, at felagið kann ikki gera nakað, fyrr enn Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi, og byggiloyvi er fingið.

Tað var annars á vári í 2024, at fyrsta landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, kom við eini vindmylluútbyggingarætlan við fimm vindmyllulundum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23102026_Klivalokshagi


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793