
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Spenningurin í Runavík man vera øgiligur, tí í dag kann mansliðið hjá NSÍ tryggja sær sítt annað meistaraheitið og hitt fyrsta í 19 ár.
Treytirnar eru einfaldar; um runavíkingar fáa stig á heimavølli ímóti HB, er gullið innanborða. Vinnur KÍ ikki á B36 í Havn er NSÍ meistari, sama hvat hendir við Løkin.
Tí NSÍ er seks stig frammanfyri KÍ, nú bert tvey umfør eru at spæla.
Eftir sigurin í 07 Vestur í nógva vindinum seinasta vikuskifti gjørdi Aron Knudsen greitt, at tað er í dag, teir ætla sær gullið. Eydnast tað ikki, fellur avgerðin í grannauppgerðini á Svangaskarði í síðsta umfari, og har kann alt henda óansæð fyritreytirnar frammanundan.
B68 skal vinna
Á pappírinum hava toftamenn eisini eina einfalda uppgávu í dag, tá teir vitja 07 Vestur í botnuppgerð á Dungasandi. Vinna teir ikki, er niðurflytingin endaliga staðfest, men 07 Vestur, sum eisini liggur til niðurflyting, vil gera alt fyri at vinna framman fyri egnum viðhaldsfólkum.
Eydnast tað hinvegin at fáa øll stigini, kann B68 framvegis bjarga sær ímóti NSÍ í síðsta umfari, um onnur úrslit í dag fella til teirra fyrimun.
Toftamenn eru hepnir í so máta, tí Skála og AB, sum bæði eru fýra stig frammanfyri B68 á ávíkavist 7. og 8. plássi spæla ímóti hvørjum øðrum undir Mýruhjalla á Skála.
EB/Streymur, sum nærum hevur bjargað sær, vitjar Víking í 5. dystinum hetta umfari.