Virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í Helsinki

Virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í Helsinki
Fleiri føroyingar vóru í uppskoti til virðislønir Norðurlandaráðsins 2026, sum verða handaðar týsdagin 27. oktober. Stroymt verður beinleiðis frá tiltakinum kl. 17
Norðurlandaráðið handar sínar fimm árligu virðislønir í Helsinki týsdagin 27. oktober.
Mynd: Norden.org  
 
26.10.2026 - 13:17

Norðurlendsk mentan verður fagnað í Helsinki týsdagin 27. oktober, tá Norðurlandaráðið handar sínar fimm árligu virðislønir.

Virðislønirnar verða latnar fyri bókmentir, film, tónleik, barna- og ungdómsbókmentir og arbeiði fyri umhvørvinum. Vinnararnir fáa 300.000 krónur og eina standmynd.

Í ár vóru fleiri føroyingar í uppskoti til virðislønirnar. Sólrún Michelsen og Annika Øyrabø vóru í uppskoti fyri bókina Sjókæti og Marjun Syderbø Kjelnæs fyri bókina Marta, Marta. Heimildarfilmurin Birita, sum Búi Dam hevur leikstjórnað, var eisini í uppskoti.

Vinnararnir vórðu kunngjørdir 20. oktober. Síggj, hvørji tey eru, í sjónbandinum niðanfyri:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792