- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingareftirlitið viðger søluna av Biritu
Kappingareftirlitið viðger søluna av Biritu
Jókin í Hvalba og Vestmanna Fiskavirki hava í felag hava gjørt avtalu við Gráastein um at keypa skipið við veiðiloyvi og øllum fiskirættindum

Birita kom í føroyska flotan úr Noregi í 2021.
27.10.2026 - 07:56
Kappingareftirlitið hevur nú fingið fráboðan um søluna av uppsjóvarskipinum Biritu.
Tað eru feløgini Jókin í Hvalba og Vestmanna Fiskavirki, sum í felag hava gjørt avtalu við Gráastein um at keypa skipið við veiðiloyvi og øllum fiskirættindum.
Ætlanin er at býta fiskirættindini millum keypararnar og brúka tey til skipini, sum feløgini eiga frammanundan.
Sambært Fiskimannafelagnum liggur keypsprísurin fyri Biritu millum 250 og 300 milliónir krónur.
Birita kom í føroyska flotan úr Noregi í 2021.
Keypið skal nú viðgerast av Kappingareftirlitinum, og freistin at gera viðmerkingar til yvirtøkuna er 9. november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























