Ósemja millum Klaksvíkar kommunu og Strandferðsluna um vørugjald

Ósemja millum Klaksvíkar kommunu og Strandferðsluna um vørugjald
Strandferðslan vil ikki rinda kommununi vørugjald, sum sambært kommununi er farið upp um 600.000 krónur fyri 2025 og higartil í ár.
Vørugjaldið, sum Klaksvíkar kommuna krevur frá Strandferðsluni, hevur samband við Kalsoyarleiðina, sum Sam røkir.
Mynd: Strandferðslan  
 
27.10.2026 - 09:49

Ósemja er millum Klaksvíkar kommunu og Strandfaraskip landsins. 

Strandferðslan vil ikki rinda kommununi vørugjald, sum sambært kommununi er farið upp um 600.000 kr. fyri árið 2025 og higartil í ár.

Vørugjaldið hevur samband við farleiðina um Kalsoyarfjørð.

 


Karl Johansen. 

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at Strandferðslan skal rinda vørugjald fyri treylarar, last- og vøruvognar og flutningsamboð, persónbilar og ferðafólk.

Tórshavnar havn hevur havt skrivliga avtalu við Strandferðsluna um vørugjald síðani 2004. 

Klaksvíkar kommuna hevur bara munnliga avtalu við Strandferðsluna um vørugjald, men hevur sent rokningar eftir sama leisti sum Tórshavnar havn, tó bara fyri 2025 og 2026. 

 


Dánjal Samuelsen. 

 

Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, heldur, at tíðin er komin at viðgera spurningin, um Strandferðslan yvirhøvur skal rinda vørugjald millum havnarløg í somu kommunu. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27102026_Vorugjald

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851