Géza skoraði aftur fyri Grimsby

Géza skoraði aftur fyri Grimsby
Géza Dávid Turi heldur fram við stórspælinum í Grimsby. Landsliðsmiðvallarin bæði skoraði og legði upp til mál í stórsigri á York City
Mynd: Grimsby Town  
 
31.10.2026 - 23:15

Góða gongdin hjá Géza Dávid Turi í Grimsby Town heldur fram.

Landsliðsmiðvallarin skoraði eitt mál og legði upp til eitt í 5-2 stórsigrinum á York City á Blundell Park. Málið er tað triðja hjá fyrrverandi víkingaspælaranum hetta kappingarárið.

Støðan í steðginum var 2-2, men tá eitt korter var eftir at spæla legði Cameron McJannett Grimsby framum. Beint eftir vann Géza Dávid Turi í eyðkendum stíli bóltin á egnari hálvu og rak fram ímóti brotsteiginum, áðrenn hann legði bóltin fyri fóturnar á Josh Andrews, sum takkaði fyri og skoraði til 4-2.

 


Géza Dávid Turi hevur spælt sera væl í hvíta og svarta búnanum hjá Grimsby í ár, og varð valdur til besta spælaran í felagnum bæði í august og september. Sí bæði upplegg og mál ímóti York City í samandráttinum omanfyri.

 

Fýra minuttir fyri leiklok setti miðvallarin punktum við einum turrum høggi í nærra málhorn eftir eitt stutt hornaspark úr vinstru síðu. 

Grimsby hevur nú reist seg aftur eftir eitt vánaligt tíðarskeið, og við sigrinum leygardagin, spæla Géza Dávid Turi og teir aftur um røkkstøkk-plássini. Í løtuni er Grimsby nummar seks við 20 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860