Nýtt strandfaraskip til Svínoyar og Fugloyar um tvey ár

Nýtt strandfaraskip til Svínoyar og Fugloyar um tvey ár
Fíggjarnevndin er biðin um at raðfesta hetta skipið fram um kalsoyarferjuna
Gongst sum ætlað fær Ritan avloysara á Svínoyar- og Fugloyarleiðini um tvey ár.
 
02.11.2026 - 12:20

Svínoyingar og fugloyingar fáa væntandi nýtt strandfaraskip um tvey ár.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur verið í fíggjarnevndini og biðið um, at ferjan til Svínoyar og Fugloyar verður raðfest fram um ferjuna til Kalsoynna, nú arbeitt verður við tunnilsætlan í Kalsoynna.

Ætlanin var annars, at kalsoyarferjan skuldi smíðast fyrst.

Peningur er settur av til nýggju ferjuna í ár og á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum: 

 

02112026_Vestergaard

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793