- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ókeypis til landsdystin á Tórsvølli

Tað er sjálvsamt, at eitt føroyska manslandslið spælir klokkan 15 ein mánadag á Tórsvølli. Men soleiðis verður 16. novembur, tá bólkur 3 í deild C skal avgerast. Føroyar spæla móti Moldova og Kasakstan hevur vitjan av Slovakia.
Siður er, at bólkafinalurnar verða avgreiddar í senn. Hetta fyri at einki lið skal hava fyrimun av at vita úrslitið av hinum dystinum. Kasakstan er fimm tímar frammanfyri okkum. Tað vil siga, at tá vit spæla klokkan 15 í Føroyum, so er klokkan 20 í Kasakstan.
Tað var Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, sum boðaði frá á tíðindafundinum, at tað verður ókeypis at koma til dystin móti Moldova. Hann vónar at nógv fólk koma at hyggja, sjálvt um tað er í arbeiðistíð. Tað verður eisini arbeitt við at fáa skúlaflokkar, barnagarðar og arbeiðspláss at møta til dystin.
Føroyar spæla fyrst á útivølli móti Slovakia fríggjardagin 13. novembur.
Landsliðshópurin:
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (NO)
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (ÍSL)
Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (DK)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (ITA)
Odmar Færø, KÍ
Samuel Chukwudi, SV Ried (EYS)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (SVØ)
Jann Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Vendsyssel FF (DK)
Miðvallarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town (ENG)
Jákup Biskopstø, KÍ
Poul Kallsberg, Hillerød (DK)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (SVØ)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (KAS)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (SLO)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (SVØ)
Aron Benjaminsen, Hearts FC (SKO)
Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, AC Horsens
Meinhard Egilsson Olsen, NSÍ



























