Stórsigur til demokratarnar – Trump missir valdið í Kongressini

Stórsigur til demokratarnar – Trump missir valdið í Kongressini
Demokratarnir hava vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum eftir miðskeiðsvalið í USA
 
04.11.2026 - 07:49

Demokratarnir hava vunnið stórsigur á miðskeiðsvalinum í USA, sum var í gjár.

Demokratarnir hava vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Áðrenn valið høvdu republikanararnir hjá Donald Trump meirilutan í báðum kømrunum í amerikonsku Kongressin. Men nú hava demokratarnir tikið valdið.

Tað merkir, at Trump framvegis er forseti, men hann kann ikki longur rokna við, at Kongressin tekur undir við hansara politikki.

Við meirilutanum í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum fáa demokratarnir nú størri møguleikar at steðga lógaruppskotum frá Donald Trump, og at seta kanningar í verk av stjórn hansara.

Miðskeiðsvalið hevur sostatt broytt politisku valdjavnvágina í Washington, nú tvey ár eru eftir av forsetaskeiðnum hjá Trump.

Talarico vann í Texas
Ein av teimum mest merkisverdu sigrunum kom í Texas, har demokraturin James Talarico vann senatsvalið á republikanska valevninum Ken Paxton.

Sigurin er serliga merkisverdur, tí Texas í fleiri áratíggju hevur verið ein republikanskur skansi.

Eisini í Michigan vann demokraturin Abdul El-Sayed ein sess í Senatinum.

Harumframt hava demokratarnir vunnið týdningarmiklar senatssessir í millum annað Ohio, North Carolina, Kansas og South Carolina.

Nýggja Kongressin tekur við í januar 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688