Ov tíðliga fødd vera ofta misskilt

Ov tíðliga fødd vera ofta misskilt
At vera føddur ov tíðliga kann hava avleiðingar langt inn í barnaárini, men vitanin um tær er avmarkað. Tað vilja tvær føroyskar mammur nú gera nakað við.
Johanna Lindenskov Joensen og Guðrun Gripsheygg hava báðar fingið børn, ið vóru ov tíðliga fødd
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
05.11.2026 - 09:41

Í fjør vóru umleið 30 børn fødd ov tíðliga í Føroyum. Hjá summum teirra kunnu fylgjurnar merkjast í nógv ár, eisini hóast tey eru komin væl frá fyrstu, viðbreknu tíðini.

- Børn, sum eru fødd ov tíðliga, kunnu millum annað hava eitt óbúgvið nervalag, verða skjótari strongd og hava trupulleikar við sansum, hugsavnan og innlæring.

Guðrun Gripsheygg og Johanna Lindenskov Joensen eru báðar mammur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga. Tær sakna størri vitan um tær avbjóðingar, sum børnini kunnu hava, serliga á dagstovnum og í skúlum.

Tær vísa á, at børnini ofta verða misskilt. Eitt barn, sum hevur trupult við at hugsavna seg ella verður skjótt ovbyrjað, kann til dømis verða mett sum ófriðarligt, hóast orsøkin kann vera fylgjur av at vera føtt ov tíðliga.

Tí skipa tær fyri tveimum evnisdøgum í Havn 14. og 16. november, har ljós verður varpað á tær ósjónligu seinfylgjurnar. Fyrri dagurin er ætlaður foreldrum og avvarðandi, meðan seinni dagurin er fyri fakfólk.

Endamálið er at økja um vitanina og vísa á, hvussu børnini kunnu fáa røttu hjálpina.

Hoyr samrøðuna við Guðrun Gripsheygg og Honnu Lindenskov Joensen í morgunsendingini.

a_6973-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793