- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava løgtingið at atkvøða fosturtøkumálið aftur í tingsalin

Løgtingið skal mánadagin atkvøða, um broytingarnar, sum Miðflokkurin vil hava í nýggju fosturtøkulógini, skulu aftur í løgtingssalin, hóast einki álit er komið um tær.
Hervør Pálsdóttir hevur biðið um at fáa málið úr aftur nevnd. Hon er sjálv í rættarnevndini, sum hevur málið.
Rættarnevndin hevur havt málið síðani 24. september. Hon bað um longda freist til 4. november.
Rættarnevndin gjørdi av 23. oktober at skriva álit í málinum.
Einki álit kom úr rættarnevndini á tingfundinum í gjár, 4. november
Fyrst á tingfundinum mánadagin skal tingið atkvøða um uppskotið hjá Hervør Pálsdóttur um at fáa málið aftur í salin.
Sambært tingskipanini kann tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.



























