Bara ákærdur fyri harðskap, hóast ein maður doyði

Bara ákærdur fyri harðskap, hóast ein maður doyði
Hendingin fór frá á skeinkistaði í Havn, har ein 66 ára gamal maður varð sligin og skumpaður, so hann datt. Seinni varð hann funnin deyður
Málið kemur fyri í Føroya rætti triðja februar, og 7 vitni eru innkallað
 
21.01.2014 - 14:57

Hendingin fór fram á einum skeinkistaði í Havn í februarmánaði í fjør.

38 ára gamli maðurin skumpaði og slóg ein 66 ára gamlan mann, so at hesin datt og smekkaði høvdið í ein barrdisk, áðrenn hann small í gólvið og fall í óvit.

66 ára gamli maðurin raknaði tó við aftur løtu seinni. Men góðar tveir dagar seinni, varð hann funnin deyður heima hjá sær sjálvum.

Líkskoðan stóran týdning fyri málið

Líkskoðari frá Rættartekniska instituttinum á Fjóni varð boðsendur.

Niðurstøðan hjá líkskoðaranum var, at 66 ára gamli maðurin er deyður av skaðanum, hann fekk, tá hann smekkaði høvdið í barrdiskin.

Sambært Lindu Hesselberg, ákæra, hevur frágreiðingin frá líkskoðaranum nógv at siga í hesum máli.

Ikki ákærdur fyri óviljað manndráp

38 ára gamli maðurin verður tó ikki ákærdur fyri óviljað manndráp, tí talan var ikki um harðskap av serliga grovum slag. Talan var um skump og sløg, og tað kemur undir vanligan harðskap.

Sambært revsilógini kann maðurin verða dømdur upp í  1½ árs fongsulsrevsing. 

38 ára gamli er eisini ákærdur fyri harðskap móti øðrum persóni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531