- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri deyðsvanlukkur enn væntað
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, hevur staðið á odda fyri gransking, sum varð løgd fram á granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum í gjár.
- Vit hava vitað nú í nøkur ár, at talið av deyðsvanlukkum í Føroyum er ov høgt. Árini frá 2011 til 2025 vóru 20 deyðsvanlukkur. Tað svarar til 4,13 deyðsføll fyri hvørji 100.000 arbeiðandi persónar.
Hann greiðir frá, at tað kunnu vera munir á, hvussu tilburðir eru skrásettir hjá ymsum myndugleikum. Tí hevur tað verið neyðugt at fara aftur um og fáa gjøgnumhugt øll tølini. Tað er fyri at tryggja, at tølini eru rættvísandi, sum verða samanborin.
Tølini fyri Norðurlond liggja millum 0,8 og beint undir tvey, roknað fyri 100 túsund arbeiðarar. Men so skulu vit heilt upp til 4,13, fyri at síggja Føroyar. Tað er meiri enn tað tvífalda av tí, sum nøkur av hinum Norðurlondunum.
Øðrvísi vinnusamanseting
Granskararnir hava so eisini roynt at kanna, um vit í Føroyum hava eitt vinnumynstur, sum er orsøk til høga deyðatíttleikan.
- Eitt, sum hevur verið nevndt fleiri ferðir, er, um vit hava vandameiri arbeiði í Føroyum enn aðrastaðni. Eru fleiri, sum arbeiða í vandamiklum vinugreinum í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum. Tað royndu vit eisini at taka hædd fyri við at kanna, um tað er frágreiðingin. Um vit vóru líka sum øll onnur Norðurlond, so var tað 3,8. Um vit settu vinnubýtið í Norðurlondum at vera tað sama sum í Føroyum, so hevði tað verið 5,9. Men tað er altso stórur munur á 5,9 og 15, sum ikki kann forklárast við, at vinnubýtið er øðrvísi í Føroyum.
Hesi tølini eru eitt sindur øðrvísi enn hini, av tekniskum grundum.
Sí innslag úr Degi og viku.




























