- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey línuskip á Flemish Kap

Tvey línuskip eru á Flemish Kap, eitt er við Eysturgrønland, og sjey fiska við Føroyar.
Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk.
Undir Føroyum fiska tey tosk, hýsu, longu og brosmu.
Um útróður sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini gott fyrst í vikuni, men verri seinni.
So nakar útróður verður fyrst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.
Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Báðir avreiða í vikuni.
Ein fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk á djúpum vatni Eisini hann avreiðir í vikuni.
Partrolarar smáligan fiskiskap
Um partrolarar verður sagt, at allir eru úti og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt hjá teimum.
Tveir trolbátar fiska havtasku, tosk, hýsu, upsa og longu.
Báðir avreiða í vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva.
Tey avreiða øll í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.



























