Hervør Pálsdóttir: Málið verður súltað

Hervør Pálsdóttir: Málið verður súltað
Málið er fult upplýst, sigur tingkvinnan, sum vildi hava uppskotið um broytingar í føsturtøkulógini aftur í tingsalin
Hervør Pálsdóttir átti uppskotið um at fáa málið hjá Miðflokkinum úr rættarnevndini aftur í tingsalinum. Tað var samtykt við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2026 - 15:53

- Eg fái kensluna av, at málið verður súltað, og tað skilji eg ikki, tí málið er fult upplýst.

Tað sigur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í rættarnevndini, nú løgtingið seinnapartin samtykti uppskot hjá henni um at taka uppskotið hjá Steffani Klein Poulsen, tingmanni fyri Miðflokkin, um at broyta fosturtøkulógina úr rættarnevndini aftur í tingsalin.

18 atkvøður vóru fyri at fáa málið aftur í tingsalin, og 15 vóru ímóti.

Løgtingið hevur síðani havt uppskotið til aðru viðgerð, hóast rættarnevndin einki álit hevur lagt fram til uppskotið.

Uppskotið snýr seg um at broyta galdandi fosturtøkulóg, sum kom í gildi 1. juli í ár. Skotið verður millum annað upp, at ráðgeving og umhugsanartíð skal setast sum krav, áðrenn fosturtøka kann verða framd, og at kvinnur skulu upplýsa dulnevnt, hví tær biðja um fosturtøku.

Undir viðgerðini hevur Bill Justinussen í Fólkaflokkinum mælt til at beina málið aftur í rættarnevndina. 

Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Hervør Pálsdóttir í útvarpstíðindunum: 

 

09112026_Hervor

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793