- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú búgva 55.616 fólk í Føroyum
Nú búgva 55.616 fólk í Føroyum
881 fólk løgdust aftrat seinasta árið, og nettoflytingin stóð fyri meginpartinum av vøkstrinum

10.11.2026 - 15:46
1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum.
Fólkatalið var 881 fólk, ella 1,6 prosent, størri enn 1. oktober í fjør.
Nettoflytingin stóð fyri meginpartinum av vøkstrinum.
Hon er nærum tíggjufaldað.
Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani.
Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis.
Millum teirra, sum fluttu til Føroya seinastu mánaðirnar, vóru fleiri uttan bústaðartilknýti enn við bústaðartilknýti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























