Innflutningur: 28 prosent fleiri bilar innfluttir

Innflutningur: 28 prosent fleiri bilar innfluttir
Sambært tølum hjá Hagstovuni innfluttu føroyingar bilar fyri 254 mió. kr. til 1.desember í fjør
Byggivinnan innflutti eisini meira í fjør enn árið fyri
 
22.01.2014 - 09:44

Til 1. desember fluttu vit inn 28 prosent fleiri bilar samanborið við 2012. 

Byggivinnan innflutti eisini meira í fjør enn árið fyri. Byggitilfar fyri 389 mió. kr. varð innflutt í fjør. Vøksturin er 18 prosent.

Men maskinur og amboð tóku ikki so nógv pláss á farmaskipunum í fjør sum í 2012. Maskinur og amboð fyri 358 milliónir komu til landið í fjør. Tað eru 54 milliónir, 13 prosent, minni enn í 2012.

Olja og bensin kostaðu eisini minni í fjør. Til 1.desember keyptu Føroyar brennievni fyri eina milliard og 155 milliónir krónur, sum vóru 80 milliónir minni enn í 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809