- Tíðindi, mentan og ítróttur
Adrian: Um eg fái bóltin pløkki eg til
Adrian Justinussen var til reiðar eftir steðgin á Tórsvølli í oktober, tá Áki Samuelsen legði ein langan bólt frá Andriasi Edmundsson til rættis nakað uttanfyri brotsteigarmarkið.
Horsens-framherjin smekkaði til, og frálíka flata skotið endaði niðri í slovakiska málhorninum. Málið tryggjaði Føroyum javnleik ímóti favorittunum, sum í morgin taka ímóti í Kosice í 5. umfari í Nations League.
SÍ EISINI: Adrian fann kensluna hann hevði leitað eftir
- Í morgin skulu vit tora at hava bóltin og ikki gúppa burtur ov nógv. Vera djarvir, tá vit fáa hann, og fáa leikarar upp við á vøllin, sigur Adrian Justinussen.
Hann var eisini fremsti maður á síða grasinum í Moldova, har føroyingarnir gúppaðu heldur nógv, og tí endaðu undir stórum trýsti - serliga í seinna hálvleiki.
- Tað var nokk harðasti dystur í mínum lívið, viðgongur framherjin, sum hevur roynt seg á fremsta plássinum á vøllinum fyri landsliðið í ár.
SÍ EISINI: Ein heilt fantastisk kensla
Hann staðfestir, at um hann fær kjansin í morgin, so er hann til reiðar, um bólturin fellur til hansara.
- Um eg fái bóltin, pløkki eg til, sigur Adrian Justinussen.
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir Nations League-dystin ímóti Slovakia í annaðkvøld eftir Dag og Viku.























