Endiliga Adrian: - Ein heilt fantastisk kensla

Endiliga Adrian: - Ein heilt fantastisk kensla
Adrian Justinussen skoraði endiliga fyri Føroyar í einum dysti, har stig vóru upp á spæl, og tað var AC Horsens-framherjin ovurfegin um
02.10.2026 - 22:31

Hann hevur bíðað leingi eftir løtuni. Føroysku viðhaldsfólkini hava bíðað leingi eftir løtuni.

Tí var løtan eisini stór, tá tað endiliga eydnaðist Adriani Justinussen at skora fyri Føroyar í einum dysti, har stig vóru upp á spæl.

At tað so eisini var útjavnandi mál undir Skansanum, sum tryggjaði Føroyum eitt stig ímóti sterki slovakunum, gjørdi ikki løtuna verri.

 - Hatta var ein heilt fantastisk kensla. Eg havi leitað eftir hasi kensluni leingi, og í dag kom hon endiliga, segði ovurfegni málskjúttin eftir dystin á Tórsvølli. 

 

"Pløkkaði hann í reyvina"

Føroyar høvdu spælt væl fyri steðgin, men slovakar løgdu seg á odda við einum óneyðugum og óhepnum sjálvmáli, og so rann heimaliðið aftaná.

Byrjanin upp á seinna hálvleiki var ikki sannførandi, og Eyðun Klakstein gjørdi av at senda Áka Samuelsen og Adrian Justinussen á vøllin. Vendin kom beinanvegin.

Hanus Sørensen var sentimetrar frá at javna, tá hansara skot fór umvegis útstrekta armin hjá málverjanum og í handaru stongina og út, men lítla løtu seinni var málverjin hjálparleysur.

Áki Samuelsen fekk so dánt tikið ein langan bólt frá Andriasi Edmundsson niður, og Adrian Justinussen gjørdi skjótt av við einum hørðum skoti niður í málhorni til 1-1.

 - Av øllum monnum á Tórsvølli, skuldi Áki vinna duellina, og bólturin dettur til mín, og eg so pløkki hann í reyvina, staðfesti framherjin við vandamikla høgra beininum.

Einki mál kom afturat, og langi flogtúrurin eystur til Kasakstan kennist ivaleyst lættari við stiginum og málinum í viðførinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154