- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birita nýggj hjá fótbóltskvinnunum

Birita Mohr úr KÍ verður við, tá fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla Baltic Cup í Estlandi um mánaðarskiftið.
Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamli verjuspælarin, sum hevur umboðað Føroyar bæði á U17 og U19-landsliðnum, er við á A-landsliðnum.
Meistaraliðið úr Klaksvík eigur heili níggju av teimum 20 spælarunum, sum Pætur S. Clementsen hevur tikið út til venjingarkappingina.
Stórtalentini Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson, sum báðar spæla í FC Nordsjælland, eri ikki við í landsliðshópinum hesa ferð. Tær skutu annars báðar mál ímóti Andorra í venjingardysti í oktober.
Fótbóltskvinnurnar endaðu á 2. plássi í HM-undankappingini fyrr í ár.
Landsliðshópurin
Málverjar
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Verjuspælarar
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Teresa Jacobsen, ULM Warhawks (USA)
Miðvallarar
Jancy Mohr, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fridrikka Clementsen, ÍBV (ÍSL)
Anna C Brændstrup, OB (DK)
Ásla Johannesen, Piteå IF (SVØ)
Heidi Sevdal, KÍ
Álop
Brá Zakariasardóttir (HB)
Lisa Haraldsen (HB)
Birita Mohr (KÍ)
Dystarskrá
28. novembur: Føroyar – Estland
1. desembur: Dystur um 3. plássið/finala

























