- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nations League: Biskopstø fyri Bjartalíð

Jákup Biskopstø er við aftur í hópinum og í byrjanaruppstillingini hjá Føroyum, sum spælir á útivølli ímóti Slovakia í kvøld.
Jóannes Bjartalíð, sum spældi nógv á sentrala miðvøllinum seinasta landsliðssteðg, tá Jákup Biskopstø var skaddur, má víkja fyri KÍ-liðskiparanum hesa ferð.
Í Kosice er kalt og váttligt, men umstøðurnar annars eru góðar. Leikvøllurin er eitt nýmótans stadion, við pláss fyri umleið 12.500 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum verður fullsett til dystin í kvøld, skrivar fsf.fo.
Hetta segði hjálparvenjarin, Atli Gregersen, um uppstillingina og dystin annars fyri løtu síðani.
Føroyska uppstillingin
Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen (L.) - Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø og Hanus Sørensen - Petur Knudsen.



























