Pláss fyri at eksperimentera á nýggjum festivali

Pláss fyri at eksperimentera á nýggjum festivali
Gamli sanatoriibygnignurin í Hoydølum verður um vikuskifti karmur um nýggja festivalurin Ravlitt DARR, sum er fyri eksperimenterandi, elektroniskan tónleik og ljóðlist.
14.11.2026 - 12:41

 Í gjárkvøldið og í dag verða Sanatoriið og gamla gentukostdeildin í Hoydølum karmar um nýggja festivalin Ravlitt DARR, har eksperimenterandi, elektroniskur tónleikur og ljóðlist verða í miðdeplinum. Á skránni eru bæði konsertir, ljóð- og videoinstallatiónir, upplestur og annað, sum skal bjóða okkara fatan av tónleiki og ljóðlist av. 

Festivalurin byggir víðari á grundarlagið, sum varð lagt við Skrapt-festivalinum í 2023 og 2024, og er úrslitið av einum arbeiði, sum hevur verið í gongd í fleiri ár. Aftan fyri festivalin er Ravlitt, ein føroyskur felagsskapur fyri eksperimenterandi og elektroniskan tónleik, sum leingi hevur skipað fyri konsertum, framførslum og øðrum tiltøkum innan listaslagið. 

 

Festivalurin skal menna føroysk og norðurlendsk sambond

Sambært Sunnevu Háberg Eysturstein, ein av fyriskiparunum, er Ravlitt DARR sprottin úr teimum sambondum og samstarvum í Føroyum og norðurlondum, sum hava ment seg gjøgnum fleiri ár. 

– Vit fóru nokk undir festivalin, tí vit ikki kundu lata vera. Ravlitt hevur virkað í nøkur ár, umhvørvið er vorðið størri, og vit hava knýtt sambond úteftir, so onkursvegna er hetta ein natúrlig menning av tí arbeiðinum, sigur hon. 

Gjøgnum konsertir og tiltøk hevur Ravlitt bygt upp sambond við listafólk, festivalar og fyriskiparar kring Norðurlond, og fólkini handan festivalin eru komin við í norðurlendsk samstørv um eksperimenterandi og elektroniskan tónleik. Heili 21 nøvn eru á tónleikaskránni, og fimm av teimum eru útlendsk. Samstundis koma umleið 20 útlendskir gestir og bransjufólk innan hetta tónleikaslagið til Føroya í samband við festivalin. 

– Hetta eru sambond, sum eru komin spakuliga gjøgnum fleiri ár. Vit hava arbeitt saman við fólki og festivalum uttanlands, og nú síggja vit úrslitið av tí arbeiðinum, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. 

 

Vilja menna eitt fjølbroytt umhvørvi

Málið við nýggja festivalinum er at menna føroyska tónleikaumhvørvið við at skapa ein pall til elektroniskan tónleik, har tað er pláss fyri at eksperimentera. Men fyri Sunnevu Háberg Eysturstein snýr tað seg í stóran mun eisini um at savna eitt fjølbroytt umhvørvi fyri bólkar og einstaklingar, sum ofta arbeiða hvør sær:

– Endamálið er at savna tey fólkini, sum arbeiða uttanfyri vanliga tónleikastreymarnar, og geva teimum eitt stað at hittast, sparra og menna nýggj samstarv, sigur hon. 

Á heimasíðuni hjá festivalinum stendur, at langtíðar endamálið er at styrkja føroysku tónleikavinnuna við at menna kreativar og tvørlistaligar tilgongdir. Samstundis vilja fyriskipararnir byggja upp eitt langtíðarátak fyri javnstøðu og talentmenning í útjaðaranum av føroyska tónleikalívinum. Festivalurin skal eisini skapa nýggjar møguleikar innan ljóðlist, eksperimenterandi tónleik og ljóðtøkni í einum felagsskapi, sum tekur støði í FLINTA-umboðan. 

 

Tørvur á einum frírúmi 

Í nógv ár hevði Sirkus ein serligan leiklut sum savningarstað fyri alternativa og eksperimenterandi pallin í Føroyum. Síðani hevur nógv virksemi verið á ymiskum støðum, men nógv hava saknað eitt stað, har nýggjar kundu roynast uttan stór krøv og væntanir. 

– Tað løgna lítla frírúmið, sum Sirkus var, har tú bara kundi koma og royna ting av, hevði týdning. Men nú tað er stongt, mugu slík rúm skapast - og tað verður tað sum oftast av teimum, sum brúka tey. Tað er ofta soleiðis, at tá tú fært til vega pallarnar og møguleikarnar, so verður innihaldið so líðandi fylt í, sigur Sunneva. 

Nýggi festivalurin er tí eisini eitt frírúm, og eitt stað har fólk kunnu hittast, læra av hvørjum øðrum og skapa nýggj sambond. 

Umframt konsertirnar eru tí eisini verkstovur og kjak á skránni. Millum annað verður ein verkstova í field recordings, sum Heðin Ziska Davidsen, sum eisini er við til at fyriskipa Ravlitt DARR, stendur fyri. Har sleppa luttakarar at arbeiða við upptøkum úr umhvørvinum. Eisini veðrur eitt kjak um kynsdynamikk í tónleikaumhvørvinum saman við praktiskari verkstovu í ljóði og óljóði. 

 

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførir verkið "From harbour to harbour"

 

Nýggj verk síggja dagsins ljós 

Tveir av føroyingunum, ið skulu framføra á Ravlitt DARR eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens L. Thomsen. Tey geva samstundis bæði nýggjan tónleik út í samband við festivalin, og eru samd um, at tørvur er á einum slíkum festivali fyri at menna føroyska ljóð- og installatiónslist:  

– Tað er ótrúliga týdningarmikið, at tað finst eitt stað, har tað er pláss fyri at eksperimentera og fara longur út enn tað vælkenda. Tað eigur ikki altíð at snúgva seg um eitt liðugt produkt, sum heldur seg innan fyri tað kommersiella og konventionella. Tað er eisini týdningarmikið at kunna kanna og rannsaka, hvat ljóð og tónleikur kann vera, sigur Anna Katrin Egilstrøð, tónlistakvinna, sum hevur tikið útbúgving innan elektroniska kompositión á Det Jyske Musikkonservatorium. Hon er eisini kend frá tíðini sum oddakvinnu í bólkinum Valravn.

Anna Katrin gevur út heildarverkið "From Harbour to Harbour", sum er skrivað til kvartettina NJYD (floytu, saksofon, guitari og slagverki), sang og elektronik. Verkið er bygt upp sum ein samanhangandi ferð gjøgnum tíggju satsir, sum allir hava eitt samband til vatn. 

– Hvør satsur er ein havn, sum tú ferðast ígjøgnum. Tað er eitt verk, sum tekur sær tíð at falda seg út, og sum helst vaksur, um tú gevur tær góðar stundir og kanska lurtar fleiri ferðir, sigur hon. Verkið sameinir elektronisk og akustisk elementir við upptøkum úr føroysku náttúruni og ymsum umhvørvum. Millum annað eru upptøkur úr einum saltfiskavirki og upptøkur av ultraljóði frá hennara egnu barnsburðum, flættaðar inn í tónleikin. 

Til ber at lesa meira um verkið á heimasíðuni hjá TUTL. Verkið kann eisini hoyrast á t.d. Spotify

 

Tjóðsangurin í dystopiskari ljóðmynd og ljóðið av kava 

Eisini Jens L. Thomsen, tónlistamaður og tónaskald, gevur nýtt tilfar út í samband við festivalin - verkið og videolagið Randhvítt. Jens hevur í nógv ár arbeitt við eksperimenterandi tónleiki og ljóðlist millum annað við bólkinum ORKA og við ljóðverkum sum RØDD, sum varð frumsýnt á Expo 2025 í Osaka, og ÆÐR, sum er ljóðmyndin í Eysturoyartunlinum. 

Í Randhvítt verða brot úr tjóðsanginum viðgjørd og sett inn í ein dystopiskan ljóðmynd – eina ímyndaðari framtíð har tjóðsangurin verður sungin fyri síðstu ferð. Tí verður verkið lýst sum ein kaldur, dunandi sorgarsongur um stríð menniskjans í eftir-kapitalistiskum forfalli. 

Jens tekur ofta støði í ávísum støðum ella tilfari í sínum verkum. Á Ravlitt DARR fer hann eisini at framføra brot úr einum verkið, sum er í gerð, har hann millum annað hevur arbeitt við upptøkum av kava. 

– Eg var í einari fjallasmáttu í nakrar dagar og hevði hydrofonir við mær, sum vanliga verða brúktar undir vatni. Tær setti eg niður í kavan, so mann kann siga, at eg í veruleikanum havi tikið ljóðið av kava upp, sigur hann við einum smíli. 

 

Videolagið til Randhvítt tekur støði í upptøkum frá FMA 

Randhvítt kann annars hoyrast á Spotify

 

Snýr seg um at geva sær tíð til uppliva 

Fyriskipararnir av festivalinum leggja dent á, at festivalurin er fyri øll, og heitir á fólk at koma at uppliva, hóast tey ongantíð áður hava lurta eftir eksperimenterandi tónlist. 

– Festivalurin hóskar seg til øll, sum eru forvitin, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Tað týdningarmesta er at lurta við opnum sinni:

– Tað snýr seg um at víðka fatanina av, hvat ljóð eru og kunnu. Tí vil eg eggja fólki til at lurta eftir ljóðum, sum tey kanska vanliga ikki leggja til merkis. Kanska er okkurt vakurt har, sum tú ikki hevði væntað, sigur hon. 

Anna Katrin leggur aftrat, at tað hevur týdning onkuntíð at geva sær tíð til at uppliva, og at møta inntrykkum uttan at gera ov skjótar niðurstøður. 

– Í okkara heimi, sum sýnist at vera í upploysn, og har alt gongur so skjótt, snýr tað seg um at geva sær tíð til at vera forvitin og til at kanna umstøðurnar uttan at gera ov skjótar niðurstøður. At merka, hvat hendir í tær, tá tú hoyrir okkurt nýtt. Fyri Jens L. Thomsen kann eksperimenterandi tónleikur júst vera ein máti til at seta spurningar og kanna nýggjar vinklar. 

– Tað snýr seg um at bjóða tað "vanliga" ella etableraða av, og at kanna nýggjar møguleikar og harvið at víðka sínar hugsanarhættir, sigur hann. 

 

Les meira á darr.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328