- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira enn hálv millard til Setrið
Meira enn hálv millard til Setrið
Løgtingið er biðið um 541,9 mió. kr. til kampuss, tað er til felagsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya

Kampuss á Frælsinum.
17.11.2026 - 06:41
Løgtingið er biðið um 541,9 mió. kr. til kampuss, tað er til felagsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur biðið um pengarnar.
Kampuss skal byggjast Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð.
Sambært dagførdu tíðarætlanini skal byggingin byrja fyrst í 2027 og vera liðug í fyrru helvt í 2031.
Felagsbygningurin verður 8.200 fermetrar.
Fýra tilboð eru um høvuðsarbeiðstøkuna.
Tilboðini eru eftirkannað, og samráðingar hava verið við J&K Petersen, sum hevði lægsta tilboðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























