- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða ráðgeving eftir Karlstadleistinum út
Bjóða ráðgeving eftir Karlstadleistinum út
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur avgjørt, at ráðgeving eftir Karlstadleistinum skal halda fram

Verður hóskandi veitari funnin, er ætlanin at víðka virksemið fyrst í komandi ári, sigur Undirvísingarstýrið.
17.11.2026 - 08:17
Undirvísingarstýrið hevur nú bjóðað ráðgevingartænastuna eftir Karlstadleistinum út.
Verður hóskandi veitari funnin, er ætlanin at víðka virksemið fyrst í komandi ári, sigur Undirvísingarstýrið.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur avgjørt, at ráðgeving eftir Karlstadleistinum skal halda fram.
Samstundis verður tænastan víðkað, so hon ikki longur er avmarkað til børn og ung, sum hava Downsyndrom.
Hon skal eisini vera møguleiki hjá øðrum børnum og ungum við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























