- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stígur komin í Koltursætlanina

Stígur er komin í stóru Koltursætlanina.
Mentamálaráðið upplýsir fyri fíggjarnevndini, at neyðugt er at biðja grunnarnar, sum vilja stuðla ætlanini, um fleiri pengar.
Verkætlanin var mett at kosta 62,5 milliónir, men innkomnu tilboðini eru væl hægri enn tað.
Aage V. Jensen- grunnurin, Nordea-grunnurin, Augustinus-grunnurin og stuðulsgrunnurin hjá Betri lata tilsamans 47 milliónir krónur, meðan restin kemur úr løgtinginum og frá Tórshavnar Kommunu.
Fyri at fáa fleiri pengar frá øðrum, má landskassin eisini lata meira, og landsstýrið er samt um at biðja løgtingið um at hækka tilsøgnina um játtan úr níggju upp í 18 milliónir krónur, sum skulu játtast næstu árini.
Mentamálaráðið upplýsir, at fáa tey fleiri pengar, kann farast undir byggiverkætlanin í Koltri í seinnu helvt av 2027. Upprunaliga skuldi Koltursætlanin vera liðug næsta ár.



























