Viðgera leka í Badmintonhøllini í Klaksvík

Viðgera leka í Badmintonhøllini í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna skal taka støðu til, um tekjan á KÍ- og badmintonhøllini skal umvælast
Metingar siga, at neyðugt verður at skifta tekjuna ella í minsta lagi gera munandi umvælingar
 
23.01.2014 - 14:15

Eftir ringa veðrið í heyst og vetur er standurin í Kí-høllini og Badmintonhøllini so vánaligur, at trupult er at avgreiða venjingar og kappingar í hallunum. Serliga í badmintonhøllini hava ringar umstøður verið, tí tekjan lekur.

Á býráðsfundi í kvøld kl. 17.30 verður spurningurin um umvæling viðgjørdur. Í skránni fyri fundin stendur, at ivasamt er, hvussu leingi sersambondini góðtaka umstøðurnar til avgreiðslu av dystum og kappingum.

Flyting millum kontur

Metingar siga, at neyðugt verður at skifta tekjuna ella í minsta lagi gera munandi umvælingar. 

Tilmæli til býráðsfundin er, at 1 milj. krónur verða fluttar frá "íløga til nýggjan skúla í 2013" til "íløga Badminton-/KÍ-høllin 2014".

Málið er av slíkum slagi, at tað skal leggjast fyri nevndir og býráð, og skal samtykkast tvær ferðir, av tí at hetta er flyting millum kontur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858