- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførsla um Russland

Nú verður fyrsta stigið tikið í sambandi við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2027.
Mikudagin fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um samráðingarnar.
Hann fer eisini til ráðførslu um samtyktirnar hjá NAFO fyri 2027.
NAFO umsitur fiskiskapin í útnyrðingspartinum í Atlantshavinum, millum annað á Flemish Kap.
NAFO hevur samtykt, at heildarkvotan av toski á Flemish Kap verður 18 prosent minni næsta ár enn í ár.
Hon verður 12.452 tons næsta ár. Føroyski parturin 2.783 tons.
Hann er 3.433 tons í ár.
Og nú verður aftur loyvt at fiska rækju á Grand Bank.
Men stór er kvotan ikki næsta ár.
Hon er bara 18 tons.
Kvoturnar av svartkalva og kongafiski vara eisini lítlar næsta ár, ávikavist 182,8 tons og 69 tons.



























