- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskidagarnir longu brúktir
Fiskidagarnir longu brúktir
Í gjár boðaði Vørn frá, at fiskidagarnir í bólki 5B vóru brúktir

20.11.2026 - 07:27
Í gjár boðaði Vørn frá, at fiskidagarnir í bólki 5B vóru brúktir.
Allur vinnuligur fiskiskapur hjá bátunum í bólki 5B skuldi tí halda uppat fyri klokkan átta í gjárkvøldið.
Vørn sigur, at fleiri fiskiloyvi til bátar í bólki 5B vera ikki latin í ár.
Fyri viku síðani kunngjørdi Uttanríkis- og Fiskimálaráðið, at tað flutti bólki 5B 250 fiskidagar.
Bólkur 5B fekk teir 250 dagarnar úr bólki 5A.
266 fiskidagar eru eftir í bólki 5A, skrivar Vørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























