
- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Kjakið um IOC limaskap kann trýsta samgonguna

- Kjakið um IOC limaskap og tjóðarsemjuna kann trýsta samgonguna. Serliga Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.
Tá ÍSF boðaði frá hósdagin, at Føroyar ikki fáa limaskap í IOC og at føroysk ítróttarfólk ikki sleppa at umboða Føroyar í olympisku leikunum, so kom kjakið um tjóðarsemjuna av álvara aftur á breddan.
- Tað er helst ikki tað sum er altavgerandi. Eg veit, at tað er týningarmikið fyri okkara ítróttarfólk at sleppa avstað, men tað broytir kanska ikki so nógv, tá tað kemur til ríkisrættarligu støðuna, um vit luttaka á OL ella ikki. Har eru aðrir limaskapir, sum liggja fyri framman. Vit arbeiða eisini við at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Vit royna at sleppa framat marknaðum um allan heimin og skjótasta fetið at fáa fríhandilsavtalur er at fara uppí EFTA felagsskapin, sigur Árni Gregersen.
Hann sigur eisini at tjóðarsemjan og ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum helst ikki fylla so nógv hjá flestum veljarum.
- Men har trúgvi eg, at eitt hondbóltslandslið, sum ikki sleppur til OL, tað kann fáa gongd í kjakið aftur, sigur Árni Gregersen.
Løgmaður, Beinir Johannesen, var skjótur at taka í egnan barm og vísa á, at bólturin nú liggur hjá politisku skipanini. Tí bjóðaði hann forfólkunum í øllum flokkum á fund í næstum. Samstundis hevur varaløgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, staðfest, at vit ikki skulu gerast sjálvstøðug tjóð. Og at IOC limaskapur ikki skal setast upp móti loysing.
Hoyr samrøðuna við Árna Gregersen her


























