- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bartal trý føroysk met sama dag

Bartal Eidesgaard svam væl á øðrum degi til FM á stuttgeil.
Maðurin úr Havnar Svimjifelag gjørdi ikki mætari enn at seta trý føroysk met upp í slag.
Fyrst bøtti hann um sítt egna met í 50 metur frí í einstaklingakappingini við tíðini 22.42 minuttir. Tað er 13 hundraðpartar skjótari enn í gamla metið frá Jólasprint-kappingini í fjør.
Bert hálvan tíma seinni var hann fyrsti maður í mansstafettini hjá HS, og tá svam hann teir 50 metrarnar upp á 22.35. Samstundis setti stafettin føroyskt met í 4x50 frí við tíðini 01.33.81 min.
Hinir tríggir í stafettini vóru Theodor Salter, Óli Mikkelsen og Silas D. Lindberg.
Isak eisini við sjógv á baki
Í Danmark svimja Isak Brisenfeldt, Lea Osberg Johansen og Líggjas Joensen til DM-stevnuna fyri lið, har tey umboða Aalborg Svømmeklub. Isak Brisenfeldt hevur sett tvey føroysk met. Fríggjadagin tók hann eitt lítið sekund av 18 ára gamla metinum hjá Páli Joensen í 200 metur frísvimjing.
LES EISINI: Tók eitt lítið sekund av metinum hjá Páli Joensen
Í gjár eydnaðist eisini tað honum at bøta um sítt egna met í 200 metur blandað við ikki minni enn tveimum sekundum. Hann vann kappingina við tíðini 1.59.21, og gamla metið var 2.01.23 frá november í 2025.
Líggjas Joensen vann kappingina í 1500 metur frí við 15.24.10.




















