- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bartal tvey met afturat
Bartal tvey met afturat
Bartal Eidesgaard setti aftur tvey føroysk met triðja dagin av FM á stuttgeil, sum nú er lokin

Bartal Eidesgaard tykist vera væl fyri í løtuni. HS-maðurin hevur sett heili fimm met til FM á stuttgeil
Mynd: Svimjisamband Føroya
22.11.2026 - 20:40
Bartal Eidesgaard gjørdi aftur bart á triðja kappingardegnum um føroysku meistaraheitini á stuttgeil.
Svimjarin úr Havnar Svimjifelag legði tvey føroysk met afturat teimum trimum, sum hann setti leygardagin.
LES EISINI: Bartal trý føroysk met sama dag
Fyrst bøtti hann um sítt egna met í 50 metur bringusvimjing við tíðini 27.83 sekund, sum var 15 hundraðpartar skjótari enn gamla metið.
Annað metið kom í mansstafettini í 4x100 metur blandað saman við Theodor Salter, Óla Mikkelsen og Silas D. Lindberg.
Teir fýra svumu teir samanlagt 400 metrarnar í rygg, firvaldi, bringu og frí upp á 3.49.47 minuttir. Tað eru fimm sekund skjótari enn gamla metið frá 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























